B36SHOP
Stuðulssúkkling 2026
Stuðulssúkkling 2026
Leygardagin 19. september verður stórt innsavningartiltak, har súkklað verður fyri ungdómin í B36 og hjálparfelagsskapin Títt Rúm. Spælarar á besta kvinnuliðnum og mansliðnum, ungdómsvenjarar og aðrir B36-stuðlar fara í Burn í Berjabrekku at súkkla so nógvar kilometrar sum tilber í ein tíma.
Fyri okkum í B36 hevur stuðulin avgerandi týdning. Hvønn dag venja fleiri hundrað børn og ung í Gundadali, og vit leggja nógv fyri at geva teimum góða venjing og eitt gott umhvørvi at vera í.
Stuðulin ger stóran mun fyri Títt Rúm eisini, ið við stuðlinum kann røkka og hjálpa enn fleiri, ið hava tørv á teirra serførleikum.
Soleiðis kanst tú stuðla
Hóast ein súkklari ikki beinleiðis hevur spurt teg, um tú vilt stuðla sær ella sínari súkklu, er møguleiki at stuðla í felagspuljuna. Tá við fastari upphædd og í samlaðu puljuna. Ynskir tú at stuðla ávísum súkklara, við fastari upphædd, ella við kilometrastali, ella við aðrari upphædd enn tilber við teimum valmøguleikunum sum eru her, skriva ella ring so til sissal@b36.fo/226273.
Í fjør savnaðu vit 260.000,- krónur inn. Í ár er málið 300.000,-
Í fjør varð súkklað í miðal 32 kilometrar. Hann ið súkklaði longst súkklaði 38,5 kilometrar, meðan hann ið súkklaði styttst súkklaði 20 kilometrar. Tey flestu lógu tó í byrjanini av 30'unum.
Fyritøkur ið stuðla
Fyritøkur ið stuðlað við 2.000,- ella meira (tá føst upphædd), kunna fáa sítt búmerki víst undir stroymingini og í takkar lýsingunum aftaná. Tá er neyðugt, at fyritøkan sendir sítt búmerki til sissal@b36.fo so vit kunna hava alt klárt áðrenn stuðulssúkklingin verður.
Ungdómsarbeiði hjá B36
Hornasteinurin í B36 er at skapa vinnarar í breiðari merking í einum sunnum og stimbrandi ítrótta-umhvørvi. Hvønn dag arbeiða okkara mongu nærløgdu eldsálir á vøllinum við bæði breiddini og teimum bestu, so børnini og ungdómurin mennast sosialt og ítróttaliga.
Títt rúm
Endamálið hjá Títt Rúm er at fyribyrgja og at skapa rúm til øll, sum liva ella hava livað við rústrupulleikum í familjuni – og at veita teimum og teirra nærmastu viðkomandi og virðiliga hjálp.
Títt Rúm arbeiðir støðugt við at menna tilboðið, so vit kunnu bjóða eina dygdargóða viðgerð til tey, sum hava tørv á tí.
Share
