B36SHOP
B36 lutaseðil
B36 lutaseðil
TÝDNINGARMIKIÐ TÁ TÚ KEYPUR LUTASEÐILIN Á NETINUM
Tá tú keypur lutaseðil/lutaseðlar her í B36-shoppini leggur tú vøruna í kurv og betalir, júst sum vanligt.
Skjótast tilber, eftir at vit hava fingið fráboðan um keypið, leggja vit ein lutaseðil til síðis til tín. Vit taka mynd av seðilinum og senda tær nummari á seðilinum, umframt myndina, til ta teldupostadressuna sum tú hevur upplýst (so tú eisini sært nummari har).
Seðilin verður lagdur til síðis til tín í B36 húsinum og tú kanst heinta hann við høvið og soleiðis hevur tú hann í fysiskum formi eisini.
Um tú keypur seðil teir dagar har vit trekkja, er neyðugt at hava keypt seðilin innan kl. 14.00 fyri at vera við í lutakastinum tann dagin. Drigið verður nevnliga í seinna hálvleiki í dystinum, og fyri at tryggja at netsøla sama dag er við í luttakastinum er freistin kl. 14.00.
Hevur tú spurningar ella ert í iva, ring ella skriva til Sólvá 913536 / solva@b36.fo
Share
