1 4

B36SHOP

B36 Burgari og heimadystur ímóti HB

B36 Burgari og heimadystur ímóti HB

120.00 kr.
120.00 kr.
tilboð útselt
við mvg
B36 Burgari
Limir

Heimadystur ímóti HB í Meistaradeildini hjá monnum og B36 Burgara í B36 húsinum.

Sunnudagin 21. juni kl. 15.00 spælur besta lið hjá monnum ímóti HB, og í hesum sambandi verður B36 Burgari í B36 húsinum kl. 13.00
Ung sum gomul, Flokksmenn ella bara vanligir fjepparar, hita upp í B36 húsinum, við góðum burgara og B36 práti frá kl. 13.00, 21. juni 2026.

Burgarin er ein góður Pulled Pork burgari við Coleslaw og súltaðum reyðleyki. 

Vit fara longu í gongd við at gera klárt leygardagin, fyri at tryggjað okkum, at fáa best tað best smakkandi Coleslaw sum ein B36ari hevur uppiborið. Og grísurin, hann kemur at standa í ovninum meginpartin náttini, so at hann gerst so moyrur at tað einasta sum skal til fyri at hann nærum smeltar og skilur seg í saftigar strimlar er at vit syngja ein góðan B36 sang fyri honum. Jákup er farin á Copenhell, so tað eru Heini og Sissal sum standa fyri matgerðingini.

Burgarnir verða serveraði av grillini uttanfyri, tó verður sett upp til at etast kann í B36 húsinum. Vatnkannur eru á borðinum, annars ber til at keypa sodavatn og annað við grillina ella í kioskini.

Vit koma ikki at gera meira enn neyðugt, og tí muga tit keypa frammanundan, so vit vita júst hvussu nógv matgerast skal til. 
Keypið her á heimasíðuni. Hvíla tit ikki í forkeypi á netinum, ringi so til Sólvá (913536) og tekni tykkum. 

Keypsfreist (og tilmeldingarfreist) er leygarmorgunin 20. juni kl. 11.00.

KOSTNAÐUR fyri limir (hvílandi og leikandi)

* 100,- kr. fyri vaksin (15 ár og eldri) 

* 80,- kr. fyri børn (frá 5 ár og til og við 14 ár) 



KOSTNAÐUR fyri ikki-limir

* 120,- kr. fyri vaksin (15 ár og eldri) 

* 100,- kr. fyri børn (frá 5 ár og til og við 14 ár) 
 


DYSTARATGONGUMERKI

* Dystaratgongumerki kostar vanliga 100,- fyri vaksin. Afturvið einum B36 Burgara keypi kostar dystaratgongumerki 80,- kr.