B36SHOP
90ára veitsla á Hotel Føroyum 28. mars
90ára veitsla á Hotel Føroyum 28. mars
Couldn't load pickup availability
B36 Í 90 ÁR
Leygardagin 28. mars eru 90 ár liðin, síðan fótbóltsfelagið B36 formliga varð stovnað.
Og vit siga bara: Sjagalagalagala – øll upp á tá!
Føðingardagin fara vit at halda við einari stórari veitslu á Hotel Føroyum við góðum mati, stuttligum borðhaldi, og lívligum dansi. Við sangi, røðum, framførslum og undirhaldi fara vit ein túr oman eftir memory lane og minnast nøkur av teimum mongu søguligu hæddarpunktunum, sum hava verið hesi 90 árini. Hetta verður ikki same procedure as every year!
Freistin at keypa atgongumerki er 9. mars. Kostnaðurin kr. 995,- og hvílandi limir fáa avsláttur.
Ert tú hvílandi limur og ynskir at keypa atgongumerki við 20% avslátturi, seta teg í samband við Sólvá á 913536 ella solva@b36.fo
Share
