{"product_id":"b36-burgari-og-heimadystur-imoti-hb","title":"B36 Burgari og heimadystur ímóti HB","description":"\u003cp\u003eHeimadystur ímóti HB í Meistaradeildini hjá monnum og B36 Burgara í B36 húsinum.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eSunnudagin 21. juni kl. 15.00 spælur besta lið hjá monnum ímóti HB, og í hesum sambandi verður B36 Burgari í B36 húsinum kl. 13.00\u003cbr\u003eUng sum gomul, Flokksmenn ella bara vanligir fjepparar, hita upp í B36 húsinum, við góðum burgara og B36 práti frá kl. 13.00, 21. juni 2026.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eBurgarin er ein góður Pulled Pork burgari við Coleslaw og súltaðum reyðleyki. \u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eVit fara longu í gongd við at gera klárt leygardagin, fyri at tryggjað okkum, at fáa best tað best smakkandi Coleslaw sum ein B36ari hevur uppiborið. Og grísurin, hann kemur at standa í ovninum meginpartin náttini, so at hann gerst so moyrur at tað einasta sum skal til fyri at hann nærum smeltar og skilur seg í saftigar strimlar er at vit syngja ein góðan B36 sang fyri honum. Jákup er farin á Copenhell, so tað eru Heini og Sissal sum standa fyri matgerðingini.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eBurgarnir verða serveraði av grillini uttanfyri, tó verður sett upp til at etast kann í B36 húsinum. Vatnkannur eru á borðinum, annars ber til at keypa sodavatn og annað við grillina ella í kioskini.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eVit koma ikki at gera meira enn neyðugt, og tí muga tit keypa frammanundan, so vit vita júst hvussu nógv matgerast skal til. \u003cbr\u003eKeypið her á heimasíðuni. Hvíla tit ikki í forkeypi á netinum, ringi so til Sólvá (913536) og tekni tykkum. \u003c\/p\u003e\n\u003ch3\u003e\u003cstrong\u003eKeypsfreist (og tilmeldingarfreist) er leygarmorgunin 20. juni kl. 11.00.\u003c\/strong\u003e\u003c\/h3\u003e\n\u003cp\u003e\u003cstrong\u003eKOSTNAÐUR fyri limir (hvílandi og leikandi)\u2028\u003c\/strong\u003e\u003cbr\u003e* 100,- kr. fyri vaksin (15 ár og eldri) \u2028\u003cbr\u003e* 80,- kr. fyri børn (frá 5 ár og til og við 14 ár) \u2028\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cstrong\u003e\u2028KOSTNAÐUR fyri ikki-limir\u2028\u003c\/strong\u003e\u003cbr\u003e* 120,- kr. fyri vaksin (15 ár og eldri) \u2028\u003cbr\u003e* 100,- kr. fyri børn (frá 5 ár og til og við 14 ár) \u2028 \u2028\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cstrong\u003eDYSTARATGONGUMERKI\u2028\u003c\/strong\u003e\u003cbr\u003e* Dystaratgongumerki kostar vanliga 100,- fyri vaksin. Afturvið einum B36 Burgara keypi kostar dystaratgongumerki 80,- kr. \u003cbr\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e \u003c\/p\u003e","brand":"B36SHOP","offers":[{"title":"Vaksin \/ Ikki limir","offer_id":48331155243162,"sku":null,"price":120.0,"currency_code":"DKK","in_stock":true},{"title":"Vaksin \/ Limir","offer_id":48331155275930,"sku":null,"price":100.0,"currency_code":"DKK","in_stock":true},{"title":"Børn \/ Ikki limir","offer_id":48331155308698,"sku":null,"price":100.0,"currency_code":"DKK","in_stock":true},{"title":"Børn \/ Limir","offer_id":48331155341466,"sku":null,"price":80.0,"currency_code":"DKK","in_stock":true},{"title":"Bugari \u0026 dagsins dyst (vaksin) \/ Ikki limir","offer_id":48331155374234,"sku":null,"price":200.0,"currency_code":"DKK","in_stock":true},{"title":"Bugari \u0026 dagsins dyst (vaksin) \/ Limir","offer_id":48331155407002,"sku":null,"price":180.0,"currency_code":"DKK","in_stock":true}],"thumbnail_url":"\/\/cdn.shopify.com\/s\/files\/1\/0535\/1365\/0330\/files\/B36burgari20juni.png?v=1781556718","url":"https:\/\/b36shop.fo\/en\/products\/b36-burgari-og-heimadystur-imoti-hb","provider":"B36SHOP","version":"1.0","type":"link"}